HARÐSKAPUR
? Nú fara vit fyrsta at lesa dómin nágreiniliga, og síðan taka vit støðu til, um vit kæra hann fyri Eystara landsrætt.
Tað sigur ákærin Linda Hesselberg tveir dagar eftir harðskapsdómin í Føroya rætti, sum fær nógva umrøðu millum fólk.
Ákæruvaldið vildi hava mannin dømdan fyri drápsroynd. Tað varð gjørt, tí tað varð staðfest í rættinum, at hann við vilja sleyg kvinnuna fýra ferðir í høvdið við hamaranum. Slapp hon ikki undan, hevði hon óivað doyð. Harafturat kemur, at maðurin á politistøðini viðgekk, at hann ætlaði at drepa kvinnuna.
? Hendan kombinatiónin gjørdi, at vit vildu hava hann dømdan fyri drápsroynd, sum kann geva nógv harðari dóm. Men dómarin helt tað ikki vera prógvað, at maðurin við vilja ætlaði at drepa, og tí bleiv dómurin nógv linari, sigur Linda Hesselberg.
Hon vil kortini ikki siga, um hon er vónsvikin. Tað er siðvenja at geva millum átta og tíggju mánaðir fyri harðskap, og hesin dómurin lá mitt ímillum.
Tá dómurin fall, gjørdi ákærin nógv burturúr, at maðurin ikki mátti setast leysur, áðrenn hann skuldi sita dómin.
? Eg helt tað hava stóran týdning, at hann ikki slapp leysur, so hann møguliga kundi hevna seg inn á kvinnuna. Hann sá hana ikki vitna, men hann hoyrdi hana. Og tá eg ikki kundi fáa hægri revsing, so bleiv tað avgerandi fyri meg, at tað gekk ein tíð, har hann kundi sissast, áðrenn hann kom nærhendis hana aftur, sigur Linda Hesselberg.
Helst gongur ein vika, áðrenn ákæruvaldið hevur tikið støðu til, um dómurin skal kærast til Eystara landsrætt.










