Ákærin krevur bót

Skiparin á hetlendska trolaranum Maranatha noktaði at taka við sektaruppskotinum frá fútanum, og tí er hann nú komin fyri rættin. Hann noktar seg sekan

Skiparin, 34 ára gamli Angus Cumming, er ákærdur fyri brot á lógina um vinnuligan fiskiskap og fyri brot á kunngerðina viðvíkjandi fiskiskapi hjá ES-skipum í føroyskum sjógvi.
Hann skal í fyrsta lagi ikki hava boðað frá eftir galdandi reglum, at hann var komin í føroyskan sjógv. Í øðrum lagi er hann ákærdur fyri at hava trolað á eini leið vestanfyri Mykines, ið er stongd alt árið.
Skiparin noktar seg sekan í øllum ákærum. Hann sigur, at hann royndi at senda eitt telex til Fiskiveiðueftirlitið, tá hann fór um markið, og at tey 1.000 pundini av fiski í lastini eru fingin í ES-sjógvi.
Fiskifrøðingar, sum vóru umborð, mettu tó, at fiskurin var nýfiskaður. Harumframt hava menn á línubátinum Sigmundi sæð Maranatha hava trolið úti á stongdu leiðini.
Ákærin krevur, at skiparin fær bót, og at hald verður lagt á veiðu og fiskireiðskap fyri tilsamans knappar 300.000 krónur.
Tá blaðið fór til prentingar hósdagin, hevði dómarin ikki tikið støðu í málinum.