Kári á vitjan í Fugloy og Svínoy

Týsdagin hin 22. mai var Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, saman við umboðum fyri Landsverk á vitjan í Fugloy og Svínoy, har hugt varð at ymsum arbeiðum, sum útoyggjastuðul hevur verið við til at fíggjað.

Umboð fyri Landsverk á ferðini vóru Ewald Kjølbro, stjóri, Finnleif Djurhuus, Heini Eysturoy og Suni Poulsen. Eisini var borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Gunvá við Keldu, bjóðað við, tí Svínoy er partur av Klaksvíkar kommunu.

Endamálið við vitjanini var at hyggja at og umrøða ymisk viðurskifti á hesum báðum útoyggjum. Innlendismálaráðið og Landsverk, sum er stovnur undir Innlendismálaráðnum, umsita játtaninar, ið verða latnar útoyggjum, og fyri tað mesta var tað hesi arbeiði, sum landsstýrismaðurin var og hugdi eftir.

Eftir ein steðg í Hattarvík á Fugloynni, har Jóannes Christiansen og Amalia í Frammistovu, kommunustýrislimir, tóku í móti, gekk leiðin til Svínoyar, har staðbundni maðurin hjá Klaksvíkar kommunu, Eyðun Jacobsen, tók ímóti. Gingið var ígjøgnum bygdina, har greitt varð frá aktuellum verkætlanum, og síðani varð fylgið boðið til morgunmat hjá Eyðuni.

Tað skrivar Klaksvíkar kommuna á síni heimasíðu.