Kári vil vera ein betri fyrimynd

- Í ár halda vit nýggjár hjá miðlingadóttur okkara sum býr í Roskilde við familju, sigur Kári P. Højgaard.

Kári P. Højgaard verður ikki heima í Føroyum á nýggjárinum. Hann verður staddur í Danmark. Vit settu løgtingsmanninum nakrar spurningar og fyrsti spurningur er, um hann keypir fýrverk, nú gamlaárskvøld stundar til?

- Eg keypi eitt sløð av vandaleysum fýrverki og stjørnukastarum til hugna saman við abbabørnum.

 

Hvar heldur tú nýggjár í ár, og hvat verður gjørt burturúr?

 

Í ár halda vit nýggjár hjá miðlingadóttur okkara sum býr í Roskilde við familju. Nýggjársaftan verður ivaleyst ein góð máltíð á skránni. Vit fara at lurta eftir KvF, og seinni fara vit at hyggja eftir fýrverki. Nýggjársdag verður farið til gudstænastu í Roskilde Dómkirkju, áðrenn leiðin gongur suður til Lolland.

 

Hvat hevur verið besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2018?

 

Árið 2018 hevur verið eitt vælsignað ár, har viðrák hevur valdað á nærum øllum økjum. Minnist onga serstaka hending burturúr. Á politiska veinginum fegnist eg serliga um, at tað eydnaðist at broyta ásetingarnar í koyrikortkunngerðini fyri endurnýggjan hjá fólki í pensjónsaldri (70 til 75 og 75 til 80), soleiðis at koyrikortið nú verður endurnýggjað annaðhvørt ár í mun til á hvørjum ári.

 

Spurdur, hvat tað keðiligasta var, sum hendi í 2018, sigur løgtingsmaðurin, at hann minnist ikki nakað serstakt keðiligt. Hann leggur tó aftrat, at deyðin setir síni spor, og onkur er farin í 2018, sum veldur sorg og sakn.

 

Hevur tú sett tær nakað serstakt mál fyri 2019?

 

- Síðan lívsleiðin broyttist í 2001, tá eg gavst sum postboð og bleiv fulltíðar politikari, havi eg havt trupuleikar við vektini. Nærum hvørt ár á nýggjárinum hevur mítt ynski verið at lætna nøkur kilo, men bert tað eina árið hevur hetta eydnaðist, og tað vardi ov stutt, sum hann tekur til.

 

Kári P. Højgaard sigur, at fyri 2019 er málið og hansara bøn at vera meira ja-ligur og ein betri fyrimynd í orði og verki, eins og hann ynskir veruliga at broyta matvana fyri at lætna nøkur kilo.

 

- At enda vil eg ynskja ølum eitt av Harranum vælsignað nýggjár, sigur løgtingsmaðurin.