Kári við verkum í Smiðjuni

Listamaðurin Kári Svensson hevur framsýning í Smiðjuni í Lítluvík á ólavsøku.

Framsýningin lat upp í gjár, og hon er opin fram til mánadagin.

Heitið á framsýningini er náttúrulýsingar, og íblásturin er komin frá ymsu árstíðunum. 20 málningar eru á framsýningini.

Framsýningin er opin frá kl. 14.00 til 20.00