3. august
Í dag er dýrdarveður og + 9 stig. Regina C kom her at landa í morgun. Teir hava 560 tons inni.
Polar Assik er í Nuuk og landar. Har er alt fult hjá teimun. Teir vóru eisini inni og landaðu hósdagin 30. juli fult skip.
4. august
Sama veður sum í gjár. Regina C loysti til nýggjan túr í morgun, og teir vóru ikki meir enn leysir, tá kom Akamalik til kei. Teir hava gott 370 tons inni.
5. august
Sama veðrið sum í gjár. Akamalik loysti í morgun kl. 6 nýggjan túr, og so kom Qaqqatsiaq inn til kei. Teir hava um 370 tons inni
6. August
Í dag kom Polar Qaasiut inn at landa. Teir hava um 370 tons inni.
9. august
Nataarnaq kom inn at landa í dag. Teir hava okkurt brek við fabrikkini umborð. Tí komu teir inn dagin fyri ætlaða landing. Krabbabátarnir, sum royna her um leiðir, fáa nógvan krabba. Teir landa krabbarnar livandi og fyri, at teir ikki skulla doyggja í hesum hita, koyra teir ís omaná krabban.
10. august
Polar Nagtoralik er inni í Nuuk og landar.
11. august
Nataarnaq loysti nýggjan túr í nátt. Ein óføra góður dagur + 20 stig og stilli.
12. august
Í dag eru +14 stig. Steffen C og Polar Aassik eru inni í Aasiat og landa. Polar Amaroq er í Nuuk og landa.
13. august
Í dag kom Ocean Tiger inn at landa gott og væl 270 tons. Teir fóru longu aftur í kvøld nýggjan túr.
16. august
Lómur kom í dag inn at landa her í Sisimiut. Har var alt fult hjá teimun. Teir hava eisini fiskað væl frammanundan, og hava teir landað í Illulisat.
17. august
Polar Aassik kom inn til Aasiat at landa í morgun við fullum skipi. Lómur loysti nýggjan túr seinnapartin
19. august
Í dag er toka. Akamalik kom inn at landa í morgun. Teir hava gott 350 tons inni. So kom ein av okkara gomlu kenningum, fyrrverandi rækjutrolarin Vesturland, sum ikki hevur verið her síðani fyrst í 90- unum. Nú eru teir hundur, hjálparskip, fyri Atlantic Eksplorer, sum kannar botn fyri olju. Tað stuttliga hjá mær var, at eg eri gubbi at einum av manningini, Kollur Dan, og hann stóð við endanum í hondini. Gardar, skiparin, spurdi meg um eg kundi fáa onkran at fiska eini 200 pund av toski, sum teir vildu keypa. Eg fekk fatur á einum manni. Hann fekk útvið 400 pund í ein góðan tíma. Har vóru nógvir góðir fiskar imillum. Teir fingu uppí hendurnar allir samlir at kryvja og hanga upp, og eisini til knettir og frikadellur. Vesturland loysti kl 16. Teir koma nokk inn aftur her um ein lítlan mánaða. Um veðrið er til vildar, skulla teir vera her til inn í oktober.
Krabbabáturin Natoralik er í Pamiut og landar krabba. Teir hava 22 tons henda túrin. Har er skiparin og meistarin báðir gøtumenn. Túrin undan hesum høvdu teir 21 tons. Teir hava 400 teinar standandi og draga teir 2-3 ferðir, so inn at landa.
20. august
Tað er greytasvart í toku. Polar Qaasiut kom inn at landa í morgun. Teir hava fulla last henda túrin, út við 440 tons . Polar Assik kom inn til Aasiat at landa í morgun fulla last og dekk.
23. August
Polar Naatoralik kom inn til Nuuk í morgun at landa .