TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði beinleiðis á Rás2 við annan av føroysku landsliðsvenjarunum, Kára Nielsen aftaná Kári Nielsen hevði sæð sínar leikarar tapt 24-26 (11-13) ímóti Grikkalandi.
Hóast tepra tapið, so er Kári Nielsen munandi betri nøgdur við avrikið ímóti Grikkalandi, enn avrikið í 19-20 tapinum ímóti Kýpros. Kári Nielsen heldur, at føroyska liðið teir fyrstu 45 minuttirnar leggur eitt gott avrik fyri dagin, men seinasta korterið tóku leikararnir nakrar forhastaðar avgerðir, sum kostaðu í hinum endanum.
Kári Nielsen ásannar, at tað eru liðin næstan sjey ár síðani seinast, at føroyska A-landsliðið spældi eina EM ella HM undankapping, og hann heldur, at tað merktist fjáltur á monnum, tá Føroyar spældu ímóti Kýpros fríggjakvøldið. Kári heldur, at antin mugu leikarar setast við, sum tola trýstið, ella mugu teir, sum eru á A-landsliðnum nú læra tað.
Kári Nielsen fegnast um, at A-landsliðið er boðið til eina kapping í juni, har tað aftur verður høvið at vinna seg í EM-undankappingina til EM-endaspælið í 2020. Tað er týdningarmikið, at A-landsliðið javnan fær altjóða avbjóðingar, slær Kári Nielsen fast í samrøðuni.