Kári v. Kári

Í almennari fráboðan, hev­ur formaður Sjálv­stýr­is­floks­ins Kári á Rógvi, heitt á Kára P. Høj­gaard løg­tings­mann, um at stilla upp til floks­for­mans­val, á kom­andi lands­fundi, sum vænt­andi verð­ur fyrst í oktober.

– Vísandi til lógina § 5 stk. 2 um val av floks­for­manni og næst­for­manni, skal eg hervið boð­að frá, at eg havi ging­ið áheitanini á møti, og havi boðað for­mann­i­num í Lands­nevnd­ini Jan Joensen frá, at eg fari at stilla upp, sigur Kári P. Høj­gaard.
Hann vísir á, at Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in hev­ur ikki havt for­mans­val sein­astu 10 árini.
– Á landsfundinum 2010 boðaði eg frá, at eg ikki tók við aft­ur­vali, og fór sostatt »sjálv­boðin« frá, uttan. Eftir drúgva umhugsan haldi eg, at tað skap­ar frið og gagnar Sjálv­stýr­is­flokk­inum best, um lim­ir floksins sleppa at siga sína hugs­an við, at teir sjálv­ir fáa møguleikan at velja flokspolitiska leiðslu­val, sigur Kári P. Høj­gaard.