Kári Sverrisson, Lyon og Lisa í Dali í Tøting

Leygarkvøldið 7. juli, verð­­ur aftur ein sera áhuga­­­verd kon­sert í Tøt­ing, hetta er sein­asta til­takið hjá Grót áðr­enn G! Festi­valin.
Kári Sverrisson kemur at spæla við bólki. Bólkurin ið Kári hevur afturat sær, eru tónleikarnir úr Bend­­um Spónum, so hetta verður ein sera áhuga­verd samanseting, og spenn­andi verður at hoyra, hvat hendan samansetingin av tónleikarum kann hála úr hattinum.
Ungi Gøtumaðurin Lyon, kemur eisini á pall við sínum egna beinrakna, inniliga, stund­um ganda­kenda og stund­um eks­peri­menterandi hug­lagi og tónleiki.
Sum óskriva blað, vann Lisa í Dali føroysku singer/songwriter kappingina í fjør sannførandi. Lisa stóð stutt eftir hetta á palli á G! Festi­valinum 2011. Lisa í Dali ferð at hug­­taka áhoyrarnar í Tøt­ing leygarkvøldið við síni vøkru rødd og sterku út­stráling.
Konsertin verður kl. 20.00, leygarkvøldið 7. juli í Tøting í Syðrugøtu.