Kári Svensson í Smiðjuni í Lítluvík

Fríggjadagin letur framsýning hjá Kára Svensson upp í Smiðjuni í Lítluvík við heitinum "Millum himmal og jørð". Myndirnar á framsýningini eru málaðar frá heystið 2012 til nú.

 

Spurdur um, hvaðani íblásturin kemur, svarar Kári:

- Flestu myndirnar koma av íblástri frá Norðoyggjum, har, ið myrkrið og ljósið møtast, og eru lagdar sum flatur inn í myndirnar. Seinastu árini havi eg eisini ferðast nógv. Bali og Spanien hava givið mær nógvan góðan íblástur til at koma víðari í mínari list.

 

Kári Svensson hevur í 25 ár haft listina sum heiltíðarstarv. Størsti parturin av hansara listarligu leið er farin fram uttanlands tey nógvu seinastu árini. Hann hevur havt framsýningar í nógvum londum, so sum í Singapore og New York.

 

- Í baltisku londunum var eg við í eini stórari útiverkætlan, har vit stóðu úti á gøtuni og málaðu málningar, sum vóru 7 metrar x 5 metrar. Hendan verkætlanin hevur ferðast víða um. Eisini havi eg havt framsýningar í Norra, Svøríki, Íslandi og Danmark.

 

Kári heldur, at Smiðjan í Lítluvík er eitt sera hugnaligt stað at hava framsýning, har tú møtir fólki, sum tú sært sjáldan, og kanst fáa eitt gott prát við tey. Flestu myndirnar á framsýningini eru stórar, og Kári sigur, at hann gleðir seg til at sýna verkini hjá sær fram í Havn nú um ólavsøkuna.

 

Fernisering verður fríggjadagin tann 26.07.13 kl 16.00 til 19.00.

 

Annars verður framsýningin opin alla ólavsøkuna til mikudagin 31.07.13.

Leygardagin er hon opin frá kl 14.00 til 19.00.

Sunnudagin frá kl 14.00 til 22.00.

Mánadagin frá kl 14.00 til 22.00.

Týsdagin frá kl 14.00 til 19.00.

Og mikudagin frá kl 14.00 til 19.00.

 

Á myndini sæst Kári Svensson í sínum atelieri á Velbastað.