Kári Svensson í Roskilde

FRAMSÝNING
Turið Kjølbro

Leygardagin letur listaframsýning upp í Roskilde Kunstforening við verkum hjá Kára Svensson. Framsýningin verður opin fram til 22. juni. Bjørn Dahl, borgarstjóri í Roskilde, býður vælkomin, og Lisbeth L. Petersen, fólkatingslimur, heldur røðu. Undir ferniseringini er føroyskur dansur við dansiringinum Fótatraðk, sum heldur til í Danmark, og borðreitt verður við føroyskum mati og øl.
Sum málari hevur Kári Svensson flutt seg frá naturaliska landslagsmálninginum. Hann er farin frá tí figurativa við føroyskum fjøllum, havinum og bygdunum til abstrakta formmálið, har kjarnan í størri mun er málningurin sjálvur. Tað avgerandi í teimum nýggjaru verkunum er litklangurin, javnvágin í myndunum umframt rútmiska og dýnamiska úttrykkið. Myndirnar hava gjørt seg leysar frá myndaevninum. Tað er ikki longur veruleikin, sum hann hevur sæð hann, sum verður endurgivin, men heldur egnar upplivingar av náttúruni, tað sum er trupult at lýsa við orðum.
Kári Svensson, sum er føddur í 1954, byrjaði at mála í 1986. Hann hevur tikið lut á nógvum framsýningum uttanlands síðani.