Við á framsýningini eru málningar og litografiir hjá Kára Svensson og skulpturar hjá Joseph Salamon.
Framsýningin verður opin til 10. november, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.
Joseph Salamon og Kári Svensson vera tilstaðar á ferniseringini fríggjadagin 28. oktober.
Joseph Salamon er myndhøggari og grafikkari, føddur í 1932 í Transsylvanien. Búsitandi í Danmark síðan 1960. Hann arbeiðir við skulpturinum í so gott sum øllum tilfari frá træ, marmor og granit til jarn og bronsu, eisini vatn, tá hann skapar gosbrunnar.
Ofta eru skulpturarnir skaptir í sambandi við nýggjan arkitektur. Saman við konu síni, Hanne Salamon, hevur hann vunnið fleiri kappingar um rúmprýði ymsastaðni í Danmark.
Kári Svensson er málari og grafikari, føddur 1954 í Havn. Teir eldru av málningunum hjá Kára eru mangan kubistiskt statiskir, meðan tað er meira rørsla í teimum seinnu myndunum. Í teimum eldru myndunum var tað klassiska føroyska motivið, bygdin við sjóarmálan, avmyndað úr ekspressivari kubismu til lyriska abstraktión, har tú bara hórar bygdina, tí tú veitst, at hon er har.