Kári Svensson í Leikalund

Fríggjadagin 3. desember klokkan 16 letur upp ein nýggj framsýning í Leikalund við listaverkum eftir Kára Svensson

Myndirnar hjá Kára Svensson broytast allatíðina. Listamaðurin leitar, søkir og finnur støðugt nýggjar leiðir, sjálvt um myndevni er hitt sama. Seinnu árini hava vit sæð nógvar stórar monumentalar myndir har dentur hevur verið lagdur á abstraktar litsamansetingar. Hesar verða eins og egin litlandsløg har tú kanst vitja og fáa egnar upplivingar.
Kári Svensson er í dag vorðin ein av teimum heilt kendu føroysku málarunum, og hann er eisini sera virkin listamaður. Við á framsýningini í Leikalund eru fleiri nýggir oljumálningar. Kári Svensson er føddur í 19545 og longu sum tannáringur hevði hann sína fyrstu framsýning. Síðan hevur hann ferðast víða hvar við sínum framsýningum. Hann hevur sýnt fram í Norðulondum, Baltisku londunum, Hollandi og so fjarskotin støð sum Singapore og New York hevur Kári eisini vitjað við síni list.
Kári Svensson var farin um tey tredivu, áðrenn hann av álvara fór at mála. Myndevni er í størsta mun náttúran og náttúruupplivingar, men eisini bygdir og fólk eru at síggja. Stílurin er abstrakt ekspressionalisma.
Gunvá við Keldu, komandi býráðslimur í Klaksvík, letur framsýningina upp, og limir frá Klaksvíkar Musikkskúla spæla nøkur løg til ferniseringina.