Hósdagin letur Kári Svensson upp listaframsyning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.
Framsýningina nevnir hann Djúpt í mínum huga.
- Tað er ymist, sum hevur ligið og arbeitt í bakhøvdinum leingi, og sum eg nú havi tikið fram, sigur Kári Svensson.
Harvið sipar hann til, at hann hevur flutt seg við at brúka øðrvísi litsamansetingar, strikur og litspæl.
Á framsýningini verða umleið 20 málningar.
Framsýningin verður opin allar dagarnar fram til 31. juli.