Kári svarar fyri seg

- Ov lítið hevur verið kunnað um privatu ætlanina við Skálafjarðartunnlinum.

Tað ásannar Kári P. Højgaard, sum fyri hálvum tíma síðani møtti í samráð, bæði við Fíggjarnevndina og Rættarnevndina hjá løgtinginum.

Við sær í samráð hevði landsstýrismaðurin Rúna Joensen, aðalstjóra, Kaj Johannesen, fulltrúa og Ewald Kjølbro, stjóra á Landsverki.

Undan samráðnum hevur andstøðan á løgtingi arbeitt fyri at fáa løgtingið saman at viðgera málið. Harvið hevði bæði løgtingið og almenningurin fingið meira at vita um ætlanina við Skálafjarðartunnlinum, ið er størsta samferðsluíløga í Føroya søgu.

Nú tekur Kári P. Højgaard sjálvur stig til at kunna tingið. Landsstýrismaðurin sigur við Rás2, at hann fer at skipa fyri einum kunnandi fundi fyri løgtingsfólk. Fundurin verður eftir ætlan mánadagin.

Almenningurin fær einki at vita, fyrr enn sáttmálin við privata felagið verður undirskrivaður hósdagin.

Myndin er tikin, tá landsstýrismaðurin fyri løtu síðani sessaðist í samráð við Fíggjarnevndina og Rættarnevndina.

Hoyr samrøðu við Kára P. Højgaard her: