Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, kann ikki siga ítøkiliga, hvussu nógv tað fer at kosta føroyska samfelagnum eyka árliga, at eitt privat felag skal hava vinning av fígging og rakstri av Eysturoyartunlinum, í mun til, um landið sjálvt stóð fyri arbeiðinum.
Óvist er, um landið kann læna til eina so stóra byggiverkætlan fyri somu rentu, sum landskassin lænir fyri í dag, sigur landsstýrismaðurin í svari til §52-fyrispurning frá andstøðutingmonnunum, Aksel V. Johannesen og Høgna Hoydal um Eysturoyartunnilin.
Hann vísir á, at rentustøðið verður hægri, um privatir byggja, fíggja, eiga og reka tunnilin, enn um verkætlanin hevði verið almenn, men at størri og smærri óvissur eru knýttar at nógvum av fyritreytunum fyri eini meting av muninum á, um tunnilin verður gjørdur privat ella alment.
Yvirhøvur ásannar Kári P. Højgaard, at fleiri leysir endar eru, og viðvíkjandi byggikostnaðinum vanta enn kanningar, millum aðrar neyðugar boringar og seismiskar kanningar.
Henda íløgan er so stór, at um landskassin skuldi framt hana, hevði hon lagt hald á allan íløgukarmin í fýra til fimm ár, so pláss ikki vildi verðið fyri øðrum íløgum. Valmøguleikarnir eru annaðhvørt at lata privatar gera tunnilin, ella at hann ikki verður gjørdur, sigur landsstýrismaðurin.
Í svarinum sigur Kári P. Højgaard eisini, at ein, ið tekur váða á seg, skal eisini hava samsýning fyri tað, og at tað tí er rímiligt, at eitt privat felag fær eyka avkast í samsvari við eyka váðan, samanborið við eina íløgu uttan váða.









