Kári spyr um myrkur í Leynatunlinum

Hvussu ber tað til, at nýggja ljósskipanin, sum varð sett upp í leynatunlinum, bert var tendrað í nakrar fáar dagar og hevur staðið sløkt síðani. Tað vil Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hava Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, hava at svara.

Í einum grein 52 spurningin ? sum er ein skrivligur spurningur, sum tingfólk kunnu senda landsstýrisfólki, sum tey so svara uppá skrivliga uttan at fara í tingið, vil formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum hava at vita, um kostnaðarmetingarnar av at gera neyðugu dagføringarnar av Leynartunnlinum halda. Hann spyr Anniku Olsen, landstýriskvinnu, hvussu stór upprunaliga kostnaðarmetingin av arbeiðinum var, og hvat nú kann væntast, at arbeiðið endaliga fer at kosta.

Somuleiðis vil Kári P. Højgaard hava at vita, hvør orsøkin var til, at ein nýggj ljósskipan, ið varð uppsett í tunnlinum, bert varð tendrað nakrar fáar dagar og hevur staðið sløkt síðan.

Eisini vil tingmaðurin hava at vita, um arbeiðið nú verður gjørt endaliga liðugt, tær fimm vikurnar fráboðað er at arbeitt verður.