Fríggjadagin klokkan 10 verður SportBoxin á Rás2. Hesa ferð er kendi tíðindamaðurin og frásøgumaðurin Árni Gregersen gestur. Hann hevur roynt nógv í føroyskum ítrótti sum eitt nú dómari, og var frásøgumaður í sjónvarpinum, tá Føroyar bjóðaðu altjóða fótbólti av.
Hoyr SportBoxina á Rás2 við at trýst HER
Hann fylgir eisini væl við í føroyskum fótbólti í dag, har sonurin, Atli Gregersen, er liðskipari hjá bæði Víkingi og landsliðnum. Í SportBoxini trívur Árni Gregersen í fleiri av minniligu løtunum í ítrótti, sum hann hevur upplivað.
Og so spyrja vit hví hann ikki trúði upp á, at Kári Reynheim skoraði í Norðurírlandi á sinni í 1991.
Í fyrra tímanum kemur Finn Ludvig frá skjótisambandinum á gátt. Umstøðurnar í Føroyum standa ikki í mát umstøðurnar, sum hinar oyggjarnar á oyggjaleikunum hava. FM í dart um vikuskiftið og tosað verður við manninum, sum bara verður róptur “The Mouth”. Pole Hansen kemur eisini at hyggja nærri at endaspurtinum í hondbóltskappingini.
Í partinum “Úr savninum” fara vit aftur til ein landsdyst í 2009. Føroyar hava ikki vunnið ein undankappingardyst í átta ár, tá Brian Kerr fer inn á Svangaskarð við Súna Olsen, Arnbjørn Hansen og restini av føroyska landsliðnum.
Spurningar og viðmerkingar kunnu sendast á 559999, ella á Facebook síðuni hjá SportBoxini.