Kári skal venja H71

Hoyvíkingar hava nú gjørt av, hvør skal verða venjari hjá besta mansliðnum í felagnum komandi kappingarár.
Talan verður um Kára Durhuus, sum eisini áður hevur virkað sum venjari hjá felagnum, tá hann í 1999-2001 hevði við ein sera ungan hóp at gera.
Júst hetta er eisini ein av høvuðssetningunum hjá venjaranum í ár, tí í mun til í fjør skulu ungu spælararnir nú taka enn størri ábyrgd á seg. Undir øllum umstøðum er greitt, at Jakob Jónsson ikki longur er í felagnum, nú hann er venjari hjá StÍF, og hartil hevur ljóðað, at Piti Negru er ávegis til Neistan at spæla. Men enn hevur so ikki borið til at fáa váttað, hvørt hetta seinasta er satt ella ikki.