Kári á Høvdanum hevur fyri løtu síðani svomið innleiðandi í 50 m rygg til evropameistarakappingina fyri juniorar í Beograd. Kári fekk góðan start, og bleiv nummar tvey í sínum riðli. Men ungi svimjarin kláraði tó ikki at svimja somikið skjótt, at tað tryggjar honum pláss í hálvfinaluni seinnapartin.
Tíðin hjá Kára á Høvdanum var 27:97 sekund, og tað er nýtt, føroyskt met. Gamla metið var 28:46 sekund, og tað átti Kári sjálvur. Kári á Høvdanum er harvið fyrsti føroyingur, sum hevur svomið 50 m rygg undir 28 sekund.
- Eg hevði ætlað mær at svomið undir 27 sekund, men tað eydnaðist so ikki, staðfestir Kári á Høvdanum, sum tó er rímuliga væl nøgdur.
- Eg eri sjálvandi glaður fyri at seta nýtt, føroyskt met. Men sum nevnt, so hevði eg ætlað at svomið undir 27 sekund.
Kári á Høvdanum var óheppin og nam við banatogið, tá hann hevði svomið 40-45 metrar.
Hetta var seinasta kapping hjá unga svimjaranum úr Fuglafjarðar Svimjifelag. Kári á Høvdanum hevur svomið 50 m rygg, 100 m rygg og 200 m rygg. Hóast tað ikki bleiv til pláss í hálvfinaluni í nøkrum av greinunum hevur Kári á Høvdanum hesar dagarnar á Tasmajdan stadion í Beograd sett nýtt, føroyskt met í øllum trimum greinum.










