Kári Árting
Nevndarlimur í Alzheimerfelagnum
Tað kann vera, at býráðið var óskettið áðrenn byggingin varð sett í verk við sínari manglandi kunning til grannarnar, men har hekk immervekk ein stór talva við ætlnunum í mánaðir, áðrenn byggingin varð byrjað. Onkur kom so sum ketta upp úr høvdatrog, tá ið byggingin var byrjað. Og tað rættvísisger ikki herferðina ímóti røktarheiminum nú.
Sjálvandi virði eg rættin hjá grannunum at mótmæla, men haldi sjálvur, at grundirnar fyri mótmælunum halda ikki. Eg hevði vónað, at grannanir høvdu tosað við Býráðið, heldur enn at berjast ímóti ætlanini.
Ført hevur verið fram, at økið er einaferð sett av til spælipláss. Eg ivist ikki í, at Býráðið hevur annað øki í grannalagnum at vísa á, um tað er hetta sum manglar.
Økið er upprunaliga sett av til fríøki. Men enn eru fleiri traðir í grannalagnum, sum ikki er bygt á, sum bæði eru størri og fríðari enn hetta grundstykkið.
Onkur kemur ivaleyst at missa eitt vet av útsýni. Tað er sjálvandi harmiligt, men hetta heimið verður ikki hægri enn hini húsini í grannalagnum, tvørturímóti.
Tað kann so eisini vera, at hesi fólkini eru óynskt í grannalagnum, men so hava vit øll ein nógv størri trupulleika.
Um byggingin var farin fram sum upprunaliga ætlað, hevði heimið verið liðugt í dag. Tað kann so væl vera, at hetta hevði gjørt, at húsaprísurin fór upp í grannalagnum. Men hetta hevði ikki loyst allan røktar- og ellisheimstrupulleikan, tí tað standa eini 50 dement fólk á bráðfangislista. 160 onnur vera rakt av Demenssjúkuni í Føroyum um árið.
Vónandi fara fólk í øðrum økjum ikki at føra slíkan strutsapolitikk.