Kári Árting í býráðið

Jógvan Arge, býráðslimur í Havn, hevur boðað frá, at honum berst frá at røkja starv sítt sum býráðsliur í meira enn samfullar 14 dagar.

Næstur á listanum hjá Tjóðveldisflokkinum í Tórshavnar Býráð er Kári Árting, og tekur hann tí sæti í býráðnum í Havn næstu tvær vikurnar.
Býráðsfundur var hóskvøldið 6. oktober kl 18.