Fótbóltur
Leygardagin kom venjaraspurningurin hjá B71 upp á pláss, soleiðis at hesin partur av fyrireikingunum til komandi kappingarár ikki liggur eftir.
Talan er um navnfram Kára Reynheim, sum seinnu árini hevur búleikast í Noreg, har hann í fjør var við til at tryggjað Jotun uppflytan upp í triðbestu norsku deildina.
Í samrøðu við Sosialin segði Kári Reynheim ta ferðina, segði Kári, at tað fór at gerast sera trupult at halda liðnum í deildini hetta kappingarárið, og tað vísti seg eisini, at hann fekk rætt í hesum.
Eftir eina heldur laka byrjan, har úrtøkan ikki hevði verið tann heilt stóra, varð Kári tá sagdur úr starvi, men eftirfylgjandi kann helst staðfestast, at tað so ikki var nakað galið við venjaranum. Jotun tapti nevnliga 12 teir næstu dystirnar, og eftir komu bert trý stig til høldar.
Nógvir fyrimunir
Av Sandi verður sagt, at tað er við spenningi, at teir nú bíða eftir, at nýggi venjarin skal fara undir virki sítt.
- Vit hava arbeitt við hesum í okkurt um ein mánað, og eg má siga, at vit so avgjørt ikki hava havt nøkur fyrivarni í huganum, tá avtalan varð gjørt, sigur eli Hentze, sum umframt at spæla á besta liði felagsins eisini er nevndarlimur.
- Fyrimunirnir við hesum eru eftir okkara tykki heilt nógvir. Vit fáa ein venjara, sum hevur eina stak góða útbúgving, nógv betri enn fleiri aðrir her á landi, og umframt fakliga førleikan hevur Kári eisini tann fyrimunin, at hann er føroyingur og kennru til viðurskiftini her hjá okkum, sigur Eli um avgerðina.
Í ár var danin, Per Langvad, venjari hjá sandoyingum, men sum skilst, so var ikki stórvegis áhugi í at leingja hetta samstarvið.