Kári Reynheim skal venja AB

Argjamenn hava á heimasíðu sínari boðað frá, at felagið til komandi kappingarár hevur sett nýggjan venjara.
Talan er um Kára Reynheim, sum í fjør vandi Fram, sum flutti upp í triðju deild. Undan hesum hevur Kári annars nomið sær venjaraútbúgving í Danmark og Noreg, og í fyrrárið var hann venjari hjá B71, har samstarvið tó endaði áðrenn sáttmálalok. Flestum kunnugt, so er Kári ikki nakar ársungi í føroyskum fótbólti. Hann var í nógv ár fastur fúsur á landsliðnum, og bæði í HB og B36 gjørdi hann nógv um seg sum spælari.
Venjari hjá AB tey bæði seinastu árini hevur annars verið Sámal Erik Hentze, men hann hevur boðað frá, at hann í løtuni ikki sær seg hava stundir at røkja starvið.