Kári Reynheim: Hetta hevur ikki verið eitt gott EM

Landsliðslegendan heldur ikki, at EM 2016 hevur verið eitt gott endaspæl. Hann er eiheldur bilsin av, at Ongland enn einaferð var eitt stórt vónbrot.

Tað stundar til EM-finaluna í endaspælinum, sum hevur verið spælt í Fraklandi seinasta mánaðin. Aftaná 50 spældar dystir og 107 mál er klárt til finaluna, ið verður spæld í morgin ímillum vertstjóðina Frakland og Portugal. Dysturin verður spældur á tjóðarleikvøllinum í Fraklandi, Stade de France.

 

Í dag og í morgin fer in.fo sum upptakt til finaluna at spyrja seks spurningar til fótbóltskendar føroyingar um, hvat teir hava hildið um endaspælið, ið skjótt er farið aftur um bak.

 

Hesaferð er tað bersøgna landsliðslegendan og núverandi venjarin hjá 1. deild AB, Kári Reynheim, sum svarar seks spurningar um EM-endaspælið í Fraklandi.

 

Hvat heldur tú um EM higartil?

- Gjøgnumgangandi hevur hetta ikki verið eitt gott EM-endaspæl. Tað hava verið ov nógvir dystir, sum hava verið ov vánaligir. Til dømis kemur Portugal víðari uttan at hava vunnið nakran dyst - eitt lið sum Portugal eigur at vinna onkran dyst í bólkaspælinum. Kanska er tað eisini ein trupulleiki, at nú eru tað 24 lond, sum luttaka í endaspælinum. 

- Annars vil eg eisini siga, at týska landsliðið er tað, sum hevur víst besta spælið. 

 

Besti spælari?

- Nú havi eg ikki sæð allar dystirnar og fylgt so væl við í bløðunum, men Bale hjá Wales er komin ómetaliga væl frá tí. Ramsey hjá Wales hevur eisini staðið seg øgiliga væl. Eg kundi eisini peikað á onkran týskan leikara, tí at Týskland hevur spælt sera væl í hesum endaspælinum. 

 

Hvat lið hevur tikið teg á bóli?

- Sjálvandi Ísland. Og síðani Wales sum nummar tvey.

 

Hvørjum liði ert tú mest vónbrotin av?

- Hóast Portugal er komið í finaluna, so haldi eg, at portugisar hava verið eitt stórt vónbrot. Ronaldo hevur yvirhøvur ikki verið við, hann hevur havt tvey avsett og okkurt skot, og tað er tað. Og so sjálvandi eisini onglendingar, men eg veit ikki, um teir hava skuffað, tí at man veit væl av hasum áðrenn. 

 

Hvat fert tú at minnast EM fyri?

- Eg fari at minnast hetta EM-endaspælið fyri íslendingarnar og teirra avrik. 

 

Hvør vinnur EM finaluna?

 

- Eftir tí, sum eg havi sæð, so haldi eg Frakland vera sterkara liðið. Eg vænti, at Frakland vinnur ein tepran sigur við einum máli.