Gamla landsliðshetjan Kári Reynheim skal verða venjari í AB komandi kappingarár. AB hevur gjørt sáttmála við Kára Reynheim um at venja unglingarnar hjá felagnum. Umframt drúgvar royndir sum spælari, hevur Kári eisini roynt sum venjari áður, og hann hevur venjaraútbúgving úr Noregi. Kári hevur ikki verið virkin sum venjari seinnu árini, men nú hevur hann tikið eina nýggja avbjóðing á seg á Argjum.











