Kári á ráðstevnu í Grønlandi

Í farnu viku luttók Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, á kommunuráðstevnu í Ilulisat í Grønlandi. Anton Frederiksen, grønlandski landsstýrismaðurin í innlendis-, náttúru- og umhvørvismálum, hevði boðið føroyska landsstýrismanninum at greiða frá kommunalum viðurskiftum í Føroyum.

Grønlendska sjálvstýrið skipaði fyri ráðstevnuni í sambandi við, at næsta ár endar fyrsta kommunala valskeiðið síðani stóru kommunalu umskipanina í Grønlandi.

Endamálið við ráðstevnuni var, at eftirmeta kommunalu umskipanina. Á ráðstevnuni vóru umleið 80 luttakarar frá sjálvstýrinum og kommunum í Grønlandi. Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, luttók eisini saman við fleiri landsstýrisfólkum.

Í 2009 vórðu tær táverandi 18 grønlendsku kommunurnar lagdar saman í fýra kommunur, samstundis, sum fleiri uppgávur vórðu fluttar frá sjálvstýrinum til kommunurnar at umsita.

Umframt føroyska landsstýrismannin, greiddu Ögmundur Jónasson, íslendski innlendisráðharrin, og umboð fyri danska fíggjarmálaráðið eisini frá um teirra kommunalu viðurskifti, sigur Innlendismálaráðið.