Kári á Rógvi leggur frá sær

Eftir sera vánaliga valúrslitið hjá Sjálvstýrisflokkinum – og katastrofala úrslitinum hjá formanninum Kári á Rógvi, boðar hann nú frá, at hann leggur frá sær sum formaður í Sjálvstýrisflokkinum.

Kári á Rógvi fekk einans 20 atkvøður í Havn, og tilsamans kring alt landið fekk hann einans 69. Við seinasta fólkatingsval var hann toppskorari við 439 atkvøðum. Nú gjørdist hann nummar trý. Bæði Kristianna Winther Poulsen og Rúna Sivertsen fingu fleiri atkvøður enn hann. Tær fingu ávikavist 128 og 90.

Beint eftir at Portalurin kunngjørdi úrslitið í Havn – og at Kári á Rógvi einans fekk 20 atkvøður, reistist úr salinum í Kringvapinum og fór út í gongina. Har small hann um. Nakrir vaktarmenn tóku hann upp og leiddu hann út í túnið at fáa fríska luft. Komin innaftur small hann einaferð enn, og tá vóru boð send eftir sjúkrabili.

Hann var tí ikki við í formansorðaskiftinum, sum varð sent beinleiðis í útvarpi og sjónvarpi. Men hann hevur nú sent soljóaðndi tíðindaskrivi:

T-skriv: Kári á Rógvi repar seglini

Í kvøld gjørdist eg illa fyri, tá eg reisti meg knappliga og ikki gav mær stundir at summa meg, men dánaði. Boð vóru send eftir sjúkrabili, og eg fór til kanningar. Alt vísti seg at vera í lagi, tó at blóðtrýstið er nakað høgt.

Seinastu tíðina havi eg kent nakað nógva strongd, serliga av tí ágangi, sum eg havi verið fyri innanfloks. Saman við familjuni hevði eg longu tikið avgerð um at siga øll álitisstørv í flokkunum frá mær, soleiðis eri eg longu farin úr nevdini í Streymoyar Sjálvstýrisfelag og blaðnevndini. Næstu stigini vera at lata frá mær starvsnevndarsessin og formanssessin á komandi landsfundi-

Tíðin síðani í fjør, tá ið fólk heittu á meg um at gerast floksformaður hevur verið alt ov strævin. Men eg havi roynt at hildið út til tingbólkurin kundi økjast, so onkur annar kundi taka við floksleiðsluni.

Tíbetur eru nú mong góð fólk ávegis, sum kunnu føra sjálvstýrissakina víðari fram á leið. Serliga vil eg loyva mær at fegnast um, at tað eydnaðist at vísa á Kristiannu Winther Poulsen sum komandi tingkvinnu – hon fekk sera gott úrslit, hóast flestu veljarar floksins sótu heima.

Í kvøld havi eg boðað landsnevndarformanninum frá, at eg mæli til at velja floksformanna – ella forkvinnu í tí vónandi økta og broytta tingbólkinum eftir valið.

Mong onnur góð valevni eru, ið fara at vísa sítt virði á tí komandi løgtingsvalinum. Sum skilst verður valið útskrivað týsdagin. Vænti at sjálvstýrisveljarar fara stuðla flokkinum miðvíst tá.

Sjálvur fari eg næstu tíðina at taka mær av løttum saman við familjuni og at leggja áherðslu á annan enn politikk.

Á løgtingsvalinum komandi fari at eg bjóða meg fram, so veljarin sleppur at eftirmeta tingstarvið farnu fýra árini. Eri sera fegin um at hava verið við at sett dagsskrá – mong eru lombini, sum onnur nú fáa æruna fyri – serliga at hægri útbúgving í Føroyum, nýhugsan í stórnmálum og neyðugar politiskar broytingar heldur enn livibreyðspolitikkur eru vorðin felags lyfti hjá øllum flokkum. At nývaldu fólkatingsumboðini velja at taka seg úr Løgtinginum og leggja doyin á fulltíðar fólkatingsstarv er úrslit av tí tríðsti, sum mong okkara miðvíst hava lagt at fáa tingsstarvið meiri miðvíst.

Lat meg loksins takka øllum stuðlum mínum og stuðlum floksins – eisini teimum ið sótu við hús í kvøld – sjálvstýris- og framburðssakin fara at sigra sum frá líður.