Kári Petersen í Tingið

Í dag tekur Kári Petersen sæti á Tingi fyri Kára P. Højgaard Í sambandi við at Kári P. Højgaard er á fundi í Arktiska Ráðnum í Østersund í Svøríki, hevur hann biðið um nfarloyvi fr4á løgtingsarbeiðinum, og í hansara stað tekur Kári Petersen sæti í Tinginum.

Kári Petersen, sum er 50 ára gamal, er útbúgvin búskaparfrøðingur og arbeiðir í Landsbankanum.

Til seinasta løgtingsval stillaði Kári Petersen upp fyri Sjálvstýrisflokkin og fekk triðflestar atkvøður á listanum. Hann er tískil 1. varafólk hjá teimum báðum tingmonnum Sjálvstýrisfloksins, sigur flokkurin í tíðindaskrivi.