Kári pellar um kanning

Í samrøðu við Portalin segði Kári P. Højgaard leygardagin um Sjálvstýrisflokkin, at »Vit koma sterkt aftur«.

Kári P. Højgaard segði, at »velj­ara­kann­ing­ar skulu ikki takast fyri meira enn tær eru«.
Og so vísir fremsti maður í gamla Sjálvstýrinum á, at Sam­bands­flokk­ur­in, sum er størsti flokkur í velj­ar­a­kann­ingini, fær bara ein bý­ráðs­lim í Havn og ongan í Klaks­vík.
Tilvitað ella ikki, so letst Kári, sum um hann ikki sjálv­­ur dugir at lesa velj­ar­a­kann­ingar. Tríggjar velj­ar­a­kann­ing­ar eru gjørdar um bý­ráðs­val­ið í Havn og tvær um bý­ráðs­val­ið í Klaks­vík. Um somu tíð er ein velj­ar­a­kann­ing gjørd til løgtingið.
Felags fyri allar velj­ar­a­kann­ing­ar­nar í Havn var, at tær góvu Sjálv­stýr­is­flokk­i­num mill­um 1% og 2%. Á valinum fekk Sjálv­stýr­is­flokk­urin í Havn 1,87%. Ein sera beinrakin velj­ar­a­kann­ing, um man kann siga so.
Sama kanning gav Sam­bands­flokk­i­num mill­um 9,8% og 11%. Sam­bands­flokk­ur­in fekk 10,15%.
Valsigurin hjá Sjálv­stýr­is­flokk­inum í Klaks­vík var eisini fult í tráð við velj­ar­a­kann­ing­ar­nar í Klaksvík, og semja man vera um, at hes­in sigur einki hevur við lands­politikkin hjá Kára Post at gera.
Kári hevur helst rætt í, at góða úrslitið í Klaksvík fer at síggjast aftur á løg­tings­vali­num. Tað verður utt­an iva orsøkin til, at Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in ikki fer í søguna á næsta løg­tings­vali, at flokk­ur­in hev­ur ein sprelsk­an borg­ar­stjóra í Klaks­vík. Ann­ars tala velj­ar­a­kann­ing­ar­nar sín dapra spá­dóm...
Kári sigur sjálvur, at Sjálv­stýr­is­flokkurin ber prís­in fyri tiltøk, sum sam­gong­an hevur sett í verk og sum ikki hava verið so væl dámd.
Kanska deyðin hevur sína or­søk...?