Kári P sunnast í Føroyum

Fótbóltslandsdystur á stórskíggja, konsert við Kára P og Hans J. Skaale, útferðir, framsýningar og annað er á skránni í dag, tá mentanardagarnir í Sumba halda fram.

MENT, sum tiltakið eitur, byrjaði mikudagin, og tá varð m.a. torv skorið, guðstænasta var við Jógvani Fríðriksson, bispi og sum partur av Summartónum var eisini konsert við Rúnu á Heygum, Ronnie Nielsen, Kolbein Simonsen og bólkinum Magnus.

Í gjár vóru eisini tiltøk, og hildið verður fram í dag, leygardagin og sunnudagin.

Í kvøld fara eittnú Hans Hjalti Skaale og Kári Leivsson, kendur sum fólkaognin Kári P, á pall í Sumba klokkan 22:00.

Útferðir, føroyskur dansur og annað er eisini á skránni, og sum partur av Summartónum fer Sigmund Zachariassen á pall eftir miðnátt.

Nærri sæst um tiltakið og skránna á www.facebook.com/MENTANAR/