Kári P fer at framføra á Guitarframsýningini í Müllers Pakkhús í kvøld klokkan 18
Müllers Pakkhús er hettar vikuskifti karmur um forvitnisliga guitarframsýning. Guitarframsýningin lat upp í gjár og var sera væl vitjað í gjár.
Umframt Kára P. fer Tróndur Enni at framføra klokkan 16, og Guðrið Hansdóttir at framføra klokkan 17.
Yvir 40 ymiskir guitarar og bassar eru at sígggja. Eitt nú er fyrsti Fender Stratocasterin sum kom til Føroyar at síggja. Eigarin er Kári P sjálvur. Eisini er guitarin hjá Jógvan Dahl, sum hann brúkti í Faroe Boys, ein 120 ára gamal Schrammel guitar og fleiri aðrir sera áhugaverdir guitarar. Og sera nógvir dýrgripir, sum eru við til at mynda Føroya Søgu.
Alt yvirskotið fer til Føroya Felag móti Krabbamein. Framsýningin opin frá klokkan 14 til 20. Atgongumerki, sum kostar 100 krónur, fáast við dyrnar.