Kári, Páll og Karsten vilja av við tollfríu sigarettirnar

Smyril Line og Atlantsflog selja sigarettir fyri meira enn 10 milliónir krónur um árið. Hesi boð hevur fíggjarnevnd Løgtingsins fingið frá fíggjarmálaráðharranum, eftir at Kári P. Højgaard hevur skotið upp at taka av tollfría innflutningin av sigarettum. Bara tjóðveldisumboðini í fíggjarnevndini taka undir við honum.