LØGTINGSVAL
Kári P. Højgaard vil ikki lata nakrar hurðar aftur fyri nøkrum samgongumøguleika. Hann heldur ikki, at tað er ódemokratiskt, um sitandi samgonga heldur fram.
?Nú fáa vit at síggja, sigur Kári P. Højgaard.
Tað gjørdist ein afturgongfyri Sjálvstýrisflokkin við valið týsdagin. Frá at hava tveir tingmenn fekk flokkurin bert tann eina hesuferð. Hesin gjørdist kanska eitt sindur óvæntað Kári P. Højgaard, sum hevur havt sætið á tingi hesa seinastu tíðina sum varamaður fyri Sámal Petur í Grund. Hesin sami Sámal Petur í Grund misti størsta partin av sínum yvir fimmhundrað atkvøðum. Tá Kári P. Højgaard fekk 169 persónligar atkvøður, og býtið gjørdist soleiðis, at Sjálvstýrisflokkurin fekk sítt eykavalda umboð í Eysturoynni, so gjørdist Kári P. Højgaard nýggjur tingmaður.
Skuffaður
Eftir at úrslitið var greitt, so var tað sum vera mann ein fegin Kári P. Højgaard, sum tók ímóti heilsunum úr eyst og vest, men tað var tó bert hansara persónliga avrik, ið frøddi nýggja tingmann Sjálvstýrisfloksins.
?Eg eri skuffaður av úrslitinum hjá flokkinum, sigur Kári P. Højgaard, og tá verður serliga hugsað um, at flokkurin misti annan mannin í mun til seinasta val.
Formaður
Sum støðan er nú eitur formaðuri í Sjálvstýrisflokkinun Eyðun Elttør, men tað er nógv, sum bendir á, at Kári P. Højgaard verður nýggjur formaður innan langa tíð.
?Tá tað bara er ein tingmaður, so er tað rættiliga nærliggjandi, at eg gerist formaður, men tað er ikki avgjørt enn, sigur Kári. Hann bar seg undan at svara, um hann ynskir ella vil gerast formaður.
Sjálvur heldur Kári P. Højgaard, at polariseringin er orsøkin til, at valið hevur háttað seg, sum tað hevur. Hann heldur ikki, at Sjálvstýrisflokkurin hevur nóg væl megnað, at fingið sín boðskap fram.
Sum einsamallur tingmaður væntar Kári P. Højgaard, at tað vera strævin tøk í nýggja tinginum.










