Kári P. Højgaard tekur seg aftur sum formaður

Á tíðindafundi á Gamla Apoteki í morgun boðar Kári P. Højgaard frá, at hann tekur seg aftur sum formaður í Sjálvstýrisflokkinum. Tað var í gjár, at tað kom fram, at hin tingmaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum, Kári á Rógvi, boðaði frá, at hann stillar upp móti Kára P. Højgaard til formansvalið á landsfundinum hjá Sjálvstýrisflokkinum í næsta mánaði.

Í morgun verður altso staðfest, at Kári P. Højgaard tekur seg aftur, og sostatt verður Kári á Rógvi formaður Sjálvstýrisfloksins.

Kári P. Højgaard var fyrstu ferð valdur á ting í 2002. Men hann kom inn sum varamaður fyri Sámal Petur í Grund, tá hann gjørdist landsstýrismaður í februar í 2001, tá Helena Dam á Neystabø mátti leggja landsstýrisstarvið fyri Sjálvstýrisflokkin frá sær.

Tað gekk so mikið væl hjá Kára P. Højgaard, at hann vann sessin frá Sámal Petur í Grund á løgtingsvalinum í 2002, og síðani er hann afturvaldur bæði í 2004 og í 2008.

Kári P. Højgaard er ein av teimum gomlu sjálvstýrisfólkunum - ein av teimum, sum ikki hevur umboðað aðrar flokkar. Tað hevur verið ógvuliga vanligt, at fólk, sum fara úr ørðum flokkum av einhvørjari orsøk, royna come-back í Sjálvstýrisflokkinum. Fleiri dømi eru um tað, eitt nú Helena Dam á Neystabø og Kári Petersen, sum rýmdu úr Javnaðarflokkinum, Rúna Sivertsen og Heðin D. Poulsen, sum rýmdu úr Fólkaflokkinum.

Kári P. Højgaard er 59 ára gamal, er giftur við Simonu, fødd Eliasen úr Fuglafirði, og tey eiga seks børn.

Nýggi formaðurin, Kári á Rógvi, er 37 ára gamal, giftur við Giftur Jóhannu, og tey eiga tveir synir.

Nýggi formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum hevur ikki stillað upp fyri aðrar flokkar, og hann tekur við sum formaður á landsfundinum í oktober.