Kári P. Højgaard skilur einki

Kári P. Højgaard skilur ikki almenna ivasemið og spurnartekinið við burðardygdina í Sjálvstýrisflokkinum hjá Heðini D. Poulsen og Kára Petersen. Tað boðar formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum frá.

Hann sigur, at tað var hugstoytt at verða kunnaður um misnøgdina í tíðinaskrivi, áðrenn misnøgdin var viðgjørd í flokkinum.

Heðin D. Poulsen og Kári Petersen, sum vóru valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum til seinasta løgtingsval, finnast at fiskivinnupolitikkunum hjá flokkinum.

- Vit mugu tíverri staðfesta, at umboðið hjá tí flokki, sum vit hava rikið atkvøður til, ikki hevur lagt fram nakað alternativ til daganiðurskurð til tess at náa hesum málum um lívfrøðiliga burðardygga og búskaparliga gevandi fiskivinnu, skrivaðu Heðin D. Poulsen og Kári Petersen í tíðindaskrivinum fríggjadagin.

Men Kári P. Højgaard svarar nú aftur. Formaðurin sigur, at hann raðfesti sessin hægri í Vinnunevndini fram um Fíggjarnevndina, tí hann vildi hava ávirkan á fiskivinnupolitikkin og ásetingina av fiskidøgum.

- Burðardygga fiskiveiðu fáa vit ikki við eini prosentvísari skerjing av fiskidøgum innan allar skipabólkar við mantraðini. Jú, størri niðurskurðurin er, jú, burðardyggari er veiðan. Einasta úrslit av hesi gongd er seigpíning av virknu skipunum og bátum, sum á hvørjum ári verða noyddir at ?børsa? sær nakrar dagar afturat fyri at yvirliva. Tilmæli um fiskidagar verða gjørd út frá ráðgeving og tilmælum úr Fiskidaganevndini, Havstovuni saman við viti og skili um, hvat ber til, sigur Kári P. Højgaard úr tíðindaskrivi.