Fyrr í dag kom fram, at stríðsval verður um formanssessin í Sjálvstýrisflokkinum á landsfundinum í næsta mánaði. Kári P. Højgaard hevur í kvøld stevnt fjølmiðlum til tíðindafundar í morginári klokkan 9. Útvarpið hjá Kringvarpinum bar í kvøld tey tíðindi, at Kári á Rógvi stillar upp móti formanni Sjálvstýrisfloksins, Kára P. Højgaard, sum í kvøld hevur stevnt fjølmiðlum til fundar á Gamla Apoteki í morgin klokkan 9.
»Til fjølmiðlarnar! Eg vil hervið at bjóða øllum fjølmiðlunum til tíðindafund á Gamla Apoteki Áarbrekka 2, hósdagin 9. september kl. 9.00.
vh. Kári P. Højgaard
floksformaður«
Hesi boð hevur Kári P. Højgaard, formaður Sjálvstýrisfloksins sent fjølmiðlunum í kvøld. Spurdur, hvat tíðindafundurin snýr seg um, vil Kári P. Højgaard einki siga.
- Eg kann siga so mikið, at hetta ikki er ein vanligur tíðindafundur, og um hetta ikki hevur áhuga hjá fjølmiðlunum, so hevur einki áhuga, sigur Kári P. Højgaard.
Vit spurdu hann, um hetta hevði nakað við tað at gera, at Kári á Rógvi hevur bjóðað honum av sum formaður í Sjálvstýrisflokkinum, men tað vil Kári P. Højgaard einki siga um.