Í sambandi við, at Kári P. Højgaard ikki er á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum sigur Kári P. Højgaard, at tað er tí, at hann hevur boðað frá, at hann ikki stillar upp til fólkatingsval.
Eg stillaði ikki upp til seinasta fólkatingsval og heldur ikki í 2001, sigur hann.
Í 2005 stillaði Kári P. Højgaard upp. Hann gjørdist nummar tvey á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum tá við 184 atkvøðum, meðan Malan Johansen fekk 220 atkvøður.
Á seinasta fólkatingsvalið í 2007 stillaðu trý fólk upp fyri Sjálvstýrisflokkin:
Sámal Petur í Grund, sum fek 174 atkvøður, Kári á Rógvi, sum fekk 439 atkvøður og Rúna Sivertsen, sum fekk 145 atkvøður









