Kári, ið er best kendur sum fólkatónleikari, tók studentsprógv á Føroya Studentaskúla í 1970. Eftir tað arbeiddi hann sum blaðmaður, húsasmiður og sjúkrarøktari. Hann hevur m.a. lisið málfrøði og bókmentir við Háskóla Íslands.
Á listaliga økinum hevur hann mest fingist við yrkingar til egin løg, og fyri útgávur sínar „Vælferðarvísur" (1979) og „Hinumegin Ringvegin" (1991) fekk hann í 1995 M.A. Jacobsens heiðursløn fyri fagrar bókmentir. Í ár bleiv Kári heiðaraður við Mentanarvirðisløn Landsins 2010.
Í 1995 tók Kári embætisprógv í sálarfrøði á universitetinum í Keypmannahavn. Í dag arbeiðir hann sum sálarfrøðingur í Havn.
-red










