Kári P. er hinumegin ringvegin

Nú ein dagin sást, at Bogi Andreasen úr Fólkaflokkinum hevði sett innlendismálaráðharranum Kára P. Højgaard, fyrispurning um mest tiltrongdu vegagerðina í landinum - nevnliga innkoyringarvegin til Havnina. Svarið frá Kára var púra greitt “Ongin nýggjur vegur kemur enn á sinni.”
Tað fyrsta, sum fall mær í huga, tá eg las fyrispurningin hjá Boga var, hví hann man spyrja landsstýrismannin? Hevur hann ikki sitið í býrðanum í Havn í fleiri ár, nøkur sum tjóðveldismaður og nøkur sum fólkafloksmaður - og tá bæði í andstøðu og samgongu?
Veit hann ikki betur? Um ikki, so kann eg loyva mær, sum sivilur havnaborgari, at fortelja honum hví innkoyringarvegurin liggur í hálvum gekki.
Tórshavnar Býráð hevur í 4-5 ár klandrast við landsverk og landsstýrið um hvørjum innkoyringarvegurin skal tæna. Eitt klandur, sum á ongan hátt stendur mát við teir trupulleikar vantandi vegaloysnin skapar.
Hitt er so, at øll vita, at tað er Fólkaflokkurin, sum setur dagsskránna í Tinganesi, og at tað eina og alleina er Fólkaflokkurin, sum raðfestir innkoyringarvegin inn í Havnina. So tað er har, ið Bogi skal spyrja. Men so frægt man hann vita.
Fólkaflokkurin er serkønur í dupultspæli, og dugir so fram úr væl at vinna atkvøður í Havn. Men tá ið tað snýr seg um at løna havnaborgarum nakað aftur, verða atkvøðurnar altíð vigaðar og funnar ov lættar. Hugsa bara um seinasta løgtingsval... Onkustaðni eru vit Havnafólk bara ov lagalig og úrslitið er hareftir.
Sjálvur haldi eg, at Bogi Andreasen er ov góður til slíkt dupultspæl, og eigur at hjálpa havnafólkum og okkum, sum veruliga - ikki bara í orðum, men í gerðum - vilja loysa henda trupuleikan.
Tí skulu vit fyrst og fremst fáa smáklandrið við Landsverk burtur, síðan fáa løgtingið og landsstýrið at raðfesta innkoyringsvegin til Havnar soleiðis, at farast kann undir vegagerðina næsta ár soleiðis at vegurin verður klárur at taka í nýtslu í 2014.
Bogi kann so hóskandi krevja sín flokk í Tinganesi eftir einari váttan, at hetta letur seg gera. Kári P. er jú hinumegin ringvegin. Tað vita øll longu av. Gott at fingið svar áðrenn kommunuvalið, so vit øll vita hvar Fólkaflokkurin stendur í hesum máli.