Klokkan 21 fríggjakvøldið skipar Platform fyri eini áhugaverdari stuðulskonsert til frama fyri føroyskum børnum við krabbameini. Talan er um eina rættiliga spennandi og fjølbroytta skrá.
Tónleikararnar, ið hava játtað at spæla á tiltakinum eru: Sámal og Ronnie, Hanus G. Johansen, Kári p, Finnur og Ronnie (Páll Finnur Páll), Terji Rasmussen, Martin Joensen og Deja Vu.
Mest forkunnuga navnið er uttan iva Kári p, sum lítið og einki hevur verið at hoyrt til seinastu árini. Fløgurnar hjá Kára, Vælferðarvísur og Hinumegin Ringvegin, eru fyri langari tíð síðan blivin fólkaogn, og tí verður spennandi at hoyra, hvat trubadururin hevur at bjóða upp á fríggjakvøldið.
Allir tónleikarar spæla ókeypis, og somuleiðis eru lýsingar, plakatir o.a. latið ókeypis.
Danmarkarferð
Atgongumerkini til stuðulskonsertina kosta 100 kr., og allur peningurin fer óskerdur til eina Danmarkarferð hjá føroyskum børnum við krabbameini. Talan er um eitt familjuvikuskifti á Sankt Helene Centret í Tisvildeleje í september mánað, har føroysk børn við krabbameini saman við foreldrum og systkjum fáa møguleikan at hitta danskar familjur, ið eru í somu støðu.
Endamálið við ferðini er at geva børnunum eina góða uppliving og foreldrunum møguleika at koma í samband við onnur foreldur, sum eru í somu støðu. Danmarkarferðin er eisini ein góður møguleiki hjá børnunum at fáa eina fatan av, at ein Danmarkarferð kann snúgva seg um annað enn sjúkrahúsvitjanir og krabbamein.