Í dag fyllir Kári Leivsson 70 ár.
Kendur er hann undir navninum Kári P(etersen).
Kári P er ein av stóru troubardurunum í Føroyum, og síðani síðst í sekstiárunum hevur hann sungið seg inn í føroysku fólkasálina, og sangir hansara eru fólkaogn.
Fyrst var tað í samstarvinum við Per Debess, Debess & Petersen, at útgávuvirksemið byrjaði. Undir egnum nanvi eru tvær útgávur komnar. Vælferðarvísur síðst í sjeytiárunum og Hinumegin Ringvegin í 1991.
Hóast útgávuvirksemið kanska ikki tykist rúgusmikið, so eru útgávurnar merktar av dygd og standa millum størstu varðarnar í føroyskari tónleikasøgu.
Og tað er helst ein orsøkin til, at hann fyri tíggju árum síðani fekk Mentanarvirðisløn Landsins.
Á www.listaportal.com hugleiðir Kinna Poulsen um listamannin Kár P í samband við 70 ára dagin.