Sum sagt fyrr í dag her á in.fo, so vera tað Hans Jørgen Djurhuus og Kári Reynheim, sum nú fara at vera venjarar hjá ÍF.
Tað váttar ÍF nú á heimasíðu felagssins, har tað verður sagt, at teir eru javnsettir venjarar.
Fyrsta avbjóðingin hjá nýggju ÍF venjarunum verður í annaðkvøld, tá ið ÍF skal spæla á útivølli í Hólmanum á Eiði ímóti EB/Streymi.











