Kári Nielsen og Halgir Dahl-Olesen skulu standa á odda fyri besta mansliðnum hjá H71 næsta kappingarár.
Tað skrivar heimasíðan hjá H71.
Kári Nielsen, sum eisini var venjari, tá hoyvíkingar vunnu føroyameistaraheitið í 2009, verður høvuðsvenjari. Tá átti Halgir Dahl-Olesen týðandi leiklut sum spælari. Hann verður hjálparvenjari.
Daniel Rapa og Petur Mittún stóðu á odda fyri H71 síðsta kappingarár.