Kári Nielsen metir evnini hjá Jacklin Durhuus vera ógviliga góð.
- Hon er ein drívmegi á liðnum hjá Neistanum og hon hevur ein vinnnaramentalitet langt yvir tað vanliga, sigur Kári, sum síðani lýsir sjálv hondbóltsevnini hjá Jacklin.
- Hon er ágangandi í sínum spæli, leggur eftir málinum og spælir ikki nógv tvørtur um sum kvinnur ofta gera tá ið á stendur. Hon er ógviliga málsøkjandi og er kropsliga væl fyri. Hon gagnnýtir samstundis sínar gávur øgiliga væl, metir Kári.









