Á samkomu á høvuðsskrivstovuni hjá SEV í Havn fríggjadagin fekk Kári Nielsen, vaktmeistari á Fossáverkinum í Vestmanna, handaða rósmedalju (fortjenstmedaljen) úr silvuri frá Margrethu drotning.
Sev skrivar á heimasíðuni, at Hákun Djurhuus, stjóri, handaði vegna Hennara Hátign Kára medaljuna í sambandi við, at hann sunnudagin 6. juni hevði verið í samfull 50 ár í starvi hjá elfelagnum.
Hjástødd vóru umframt leiðsla, nevndarlimir og starvsfólk eisini familja og vinir hjá 68-ára gamla jubilarinum, sum er tann fyrsti, ið hevur starvast hjá SEV í eina hálva øld.
Fyri hetta avrik gjørdi Margretha drotning av, eftir tilmæli frá SEV umvegis ríkisumboðið, at geva honum rósmedaljuna (fortjenstmedaljen) úr silvuri.
Navnið Kári Nielsen er graverað í rondina á medaljuni.
Handanin av rósmedaljuni ber í sær, at Kári Nielsen, sum siður er, innan næsta hálva árið skal til audiens (viðtal) hjá drotningini á Christiansborg Slotti.
Kári Nielsen byrjaði hjá SEV sum arbeiðsmaður á Fossáverkinum í Vestmanna 6. juni 1960, 18-ára gamal.
Seinni kom hann inn í vaktarskipanina í kontrollrúminum á verkinum, fyrst sum avloysari og seinni sum fastur maður.
Uppgávan hjá vaktmeistarunum er at stýra framleiðsluni og býtinum av streymi alt samdøgrið.
Á samkomuni fríggjadagin løgdu bæði fyrrverandi og núverandi starvsfelagar, eins og umboð fyri familjuna, dent á í lukkuynskjum sínum, at Kári altíð hevur útint arbeiði sítt á ein ábyrgdarfullan og loyalan hátt. Hann er altíð til reiðar at taka eina hond í, eins og hann bæði er fyrikomandi og fryntligur.