Kvinnurnar hjá VÍF hava havt ymiskar venjarabroytingar í ár. Jan Ottosen er farin til Avstralia at vera venjari, og í fyrstu atløgu tók Henrik Gerster við, men hann var eisini venjari hjá besta mansliðnum í VÍF, so leitað varð eftir avloysara – ella avloysarum, sum tað bleiv til. Tað bleiv nevniliga venjaraparið, Kári Mortensen og Svanna Hanusardóttir, sum áður hava staðið við róðrið hjá VÍF-kvinnunum.
Eru klárar
VÍF-venjarin Kári Mortensen metir, at kvinnurnar hjá honum eru so til reiðar, sum tað ber til at vera.
- Jú, vit eru klárar. Vit eru so klárar, sum vit kunnu vera, sigur hann, og metir eitt vera umráðandi:
- Vit skulu hugsavna okkum um okkara egnu dygdir, sigur Kári.
Simona Petersen er javnan ein einmansherður hjá Kyndli, og Kári sigur, at tær sjálvsagt fara at hava fokus á henni.
- Men eitt passandi fokus, leggur hann afturat.









