Kári M. Mortensen er settur í starv sum leiðari á deildini Orka á Umhvørvisstovuni.
Kári Mortensen er útbúgvin cand. scient. í biokemi og matematik. Hann hevur drúgvar royndir innan orkuøkið og hevur síðani 2007 verið ráðgevi í orkumálum á Jarðfeingi.
Síðani málsøkið um árskiftið varð flutt á Umhvørvisstovuna, hevur hann verið virkandi leiðari á deildini.
Kári Mortensen hevur áður starvast á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og hann hevur undirvíst á Studentaskúlanum í Hoydølum.
Kári Mortensen hevur gjørt vart við seg innan ítróttin, serliga sum honbóltssleikari.










