Kári Müller hotelstjóri

Fyrrverandi klútahandlarin úr Havn er nú aðalstjóri og nevndarformaður á Hotel Skagen

Er tú góður handilsmaður, so kann tað næstan gera tað sama hvat tú selir, tú dugir handverkið og kann selja næstan alt. Hetta hava 460 partaeigarar í Hotel Skagen Strand funnið út av. Tey hava valt fyrrverandi handilsmannin í SMS, Kára Müller til nevndarformann í hotellinum og tað seinasta er, at hann nú eisini mannar stjórasessin.

-Eg kenni hetta sum eitt ordans herðaklapp, aftan á at eg riggaði av í Føroyum og byrjaði heilt á berum her í Skagen, sigur ein fegin Kári Muller.

-Hotel Skagen Strand er eitt av teim bestu hotellunum í Danmark og sum nevndarformaður og stjóri, sum umsiti eg eitt virði upp á eina knappa milliard. Tað er ein spennandi avbjóðing. Vit føroyingar kunnu formáa okkum nakað, eisini í útlandinum, sigur Kári Müller.

-Eg eri ein partaeigari í Hotel Skagen Strand av 460, og eg eri einasti føroyingur. Og sum einasti føroyingur, samstundis sum føroyingar stríðast fyri at fáa fullveldi, so verið eg valdur sum nevndarformaður og síðan sum stjóri. Tað er stuttligt, sigur Kári Müller.