Kári lurtaði í Noreg

Vit taka time-out í seinasta minuttinum, men hóast vit tá gera greiðar avtalur, so megnaðu vit kortini at tveita leiðsluna fyri borð, segði ein troyttur Kyndil-venjari eftir teir 60 minuttirnar á Hálsi leygardagin

meistari

Tað er einki at siga til, um Kyndils-venjarin var móðu eftir gullbrakið leygardagin.
Ikki minst hevði hann í seinna hálvleiki roynt at brotið ljóðmúrin, sum áskoðararnir kring vøllin skaptu, men hóast nakrar av leiðbeiningunum funnu vegin fram, so mátti hann tó hjálparsleysur hyggja at seinastu løtuna, tá Kyndil tóktist tveita alt fyri borð.
- Vit hava jú tamarhald á dystinum alla tíðina. Og við yvirtali og einum máli á odda, so skuldu vit megnað at hildið fast, sigur venjarin um hesa seinastu løtuna.
- Tað eydnast tó teimum at javna, og tá takið eg so eisini eitt time-out, soleiðis at vit kunnu prenta inn í leikararnar, at nú mugu vit ikki tveita nakað burtur. Avtalan varð, at vit skuldu víst tol, til ein góður møguleiki at skjóta kom, og so gera vit akkurát ikki tað. Finnur roynir seg púra óneyðugt við einum skoti, og tá teir so skora upp á brotskastið, helt eg alt vera liðugt. Og í øllum førum skuldu vit tá hava hepnið við okkum, um vit skuldu javnað.
- Vit høvdu so sjálvandi hasi sekundini afturat, og vit tóku so eisini málverjan út fyri ein útispælara, og onkursvegna so eydnaðist tað heila so kortini. Tað var fantastiskt ? men samstundis ræðuligt.

Kári í Noreg
Og so kundi Birgir leggja afturat, at hjálparmaður hansara í venjarasessinum, Kári Nielsen, heldur ikki hevði havt tað so gott.
Sum vit áður hava skrivað, so fekk Kári ikki verið við til seinasta dystin. Hann skuldi ístaðin á skíðferiu í Fraklandi, men leygardagin var hann ikki komin longur enn til Noregs.
- Hann hevði so fingið allan seinna hálvleik við í bilinum, men móti endanum var hann farin út. Hann orkaði ikki at lurta meira, men støðan varð so sjálvandi ein onnnur, tá vit fingu brotskastið, sigur Birgir flennandi.
Sjálvur hevur Birgir annars verið við til at vinna fleiri meistaraheiti. Og millum annað vóru bæði hann og Kári leikandi venjarar tað árið, tá Kyndil og VÍF leiktu fýra javnleikir í einum kappingarári.
- Tær ferðirnar slapp man so at spæla við. Hetta at sita uttanfyri, meðan so nógv stenudr á, er so nógvar ferðir verri.
Og so helt venjarin eisini at enda, at hann mátti geva nakrar rósur til leikararnar fyri avrikið.
- Eg haldi serliga, at Jacob og Jónleif eru fantastiskir í dag. Longu tíðliga í dystinum fær Jacob skaða, men hóast eg spurdi hann, hvørt hann vildi skiftast út, so treiskaðist hann. Og hann er so eisini maðurin, sum fær brotskastið. Saman við Jónleifi var hann høvuðsmaðurin í dystinum í dag, sigur venjarin, áðrenn hann leggur afturat, at Jónleif als ikki skuldi nýtast so nógv, sum talan bleiv um.
- Bæði Jónleif og Finnur vóru fyrst og fremst ætlaðir at avlasta aðrar leikarar, men byrjanin av dystinum broytir nógv í so máta. Vit fáa als ikki glið á spælið, og tí royndi eg meg so við nøkrum broytingum, sum tíbetur góvu úrslit. Og tað vísti se akkurát at vera nóg mikið.